Tíðindi

30. november 2021

Verkstova Starvsfólk

COP menning

Verkstovurnar um menningina av kt lestrarfyrisitingarligu skipanini halda áfram. Hesuferð er talan um virkisøkið starvsfólk. Harnæst hevur Undirvísingarstýrið aftur skipað fyri verkstovum. Verkstovurnar vóru hildnar á Hilton Garden Inn, í sambandi við menningina av prototypu loysnini. Les meira um endamálið við prototypu loysnini her: https://skulin.fo/news/28/verkstova-naemingur-lesandi  

Virkisøkið snýr seg um átroðkandi og neyðugar upplýsingar sum krevjast, fyri at kunna umsita starvsfólk á teimum ymsu undirvísingargeirunum. Luttakarar eru serfrøðingar frá Eysturskúlanum, Heilsuskúlanum, Vinnuháskúlanum, Fróðskaparsetri Føroya, Glasi, Míðnámskúlanum á Kamsdali, á Skúlatrøð og Gjaldstovuni.

Leisturin á verkstovunum setur brúkaran í miðdeplin og serfrøðingarnir gera kravsetingar til komandi lestrarfyrisitingarligu skipanina. Sostatt er vitanardeiling eitt týdningarmikið amboð,  til at minka um váðan í komandi skipanini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina