Leiðsla og organisatión

Verkstova um kt-trygd

 

18-01-2023 - Kunningarfundur (MS Teams)

26-01-2023 - Verkstova (Nám/UVS)

07-02-2023 - Fundur fyri framhaldsviðgerð (MS Teams)

 

Krøvini frá tí almenna til kt-trygdina í skúlum verða fleiri og fleiri. Hetta sæst eisini í mun til at handfara persónsupplýsingar. Hetta økir eyðsæð um tørvin á vitan og førleikum innan kt-trygd á einstaka skúlanum. Hóttanirnar frá internetinum gerast alsamt størri og torførari at verja seg ímóti. Tí er neyðugt í størri mun at leggja áherslu á kt-trygd. Nú eru nógv dømi um undirvísingarstovnar, har heilar kt-skipanir eru antin læstar av hakkarum, oyðilagdar ella har viðkvomu persónsdáturnar eru lagdar á blik á internetinum. Eisini eru dømi um granskingardátur, sum eru stjolnar. Í øllum geirum eru ein rúgva av dømum, har  hakkarar hava roynt at noyða loysigjald frá leiðslunum afturfyri antin at lata kt-skipanirnar upp aftur ella fyri ikki at almannakunngera dátur. Úrslitini hava ofta havt sera neiliga ávirkan á rakstur og umdømi hjá teim raktu.  

Spurningarnir vit hugsavna okkum um eru hesir: 

Hvørjar eru hóttanirnar í løtuni (hóttanarmynd)?  
Hvussu er kt-trygdin úti á skúlunum og í Skúlaneti skipað? (tøkniligt undirstøðukervi og atburður) 
Hvussu eigur einstaki skúlin at handfara kreppuna, tá hakkarar hava ræði á hardware, software og/ella dátum (kreppuleiðsla) 

Á verkstovuni tosa vit um evni og spurningar um kt-trygdina. Spurningar og 
evnir vera ikki neyðturviliga svarað endaliga á verkstovuni, av tí at nógvir áhugapartar fáa høvi at koma til orðana og fáa ávirkan á uppseting sum frálíður. Men verkstovan er eitt leiðslurúm har høvi verður at kjakast um hesar týðandi spurningar. 

--- o --- 

Skúlanet og kt-trygd 


Ein týðandi orsøk til eitt felags Skúlanet er, at almenna kt-trygdin verður betrað fyri allar skúlar. Eitt Skúlanet tryggjar somu kós og ætlan fyri undirstøðukervið í øllum undirvísingargeiranum. 

Skúlanet inniheldur bæði tøkni og kt fyrisiting. Skúlanet er í høvuðsheitum eitt vælvirkandi og trygt kt-undirstøðukervi við tekniskum netverki, interneti og arbeiðsteldum. Undirstøðukervið verður verksett á skúlunum og verður rikið av KTL og kt-veitarum teirra. Undirstøðukervið verður yvirvakið á ein vælskipaðan hátt, har óvanligur ella illgrunasamur dáturafikkur verður steðgaður. Skúlanet bjóðar arbeiðsteldur til starvsfólk. Veitingin arbeiðstelda umfatar installatión, uppseting og support av sjálvari telduni umframt installatión av øðrum ritbúnaði. Í uppsetingini av arbeiðstelduni eru fleiri trygdarfyriskipanar gjørdar. Harnæst verður hvør skúli í Skúlaneti skoðaður og fær ráðgeving innan kt-trygd frá KT Trygd á Gjaldstovuni. 

Greinar og bókmentir

DKCERT (2022) Trendrapport - Universiteterne

Dinesen & Andersen (2012) Kriseledelse - 10 pejlemærker for god kriseledelse

Pedersen & Vandrup (2022) It-sikkerhed i praksis kap.1

Vigsø (2015) Krisekommunikation kap.6

Bestyrelsesforeningen & Dansk Standard ( 2021 )
Framløga hjá Keld Norman: Netsetur um net- og kunningartrygd.
( Frá 26.12 til 54.25 minuttir )

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina