Leiðsla og organisatión

Verkstova um dátadrivna leiðslu

 

17-04-23 Kunningarfundur (MS Teams)

24-04-23 Verkstova (Nám/UVS)

04-05-23 Uppfylgingarfundur (MS Teams)

 

Í verkstovuni verður arbeitt við eini røð av víðfevndum grundreglum og valum innan sniðgeving av Kervi+. Vit arbeiða við evnunum: Leiðslukunning, dátuverndarreglur og dátuetikkur.

Menningin av Kervi+ er væl í gongd. Tær fyrstu kjarnufunkurnar eru mentar, og við tíðini verða fleiri funkur mentar, soleiðis at skipanin kann yvirtaka tær uppgávur, sum aðrar fyristingarligar skipanir hava loyst. Ætlanin við Kervi+ er ikki einans at tað skal avloysa verandi skipanir, men eisini at tað skal veita nýggja og tvørfyriskipanarliga vitan um næmingar, lesandi, lestrargreinar og stovnar. T.d. verður møguligt at lýsa ymisk viðurskifti, sum eru knýtt at børnum og ungum, við at draga dátur úr skipanini. Eitt nú fer at bera til at lýsa teirra linjuval, fráveru, próvdømingar, vikaryvirlit o.s.fr.. Ein tílík vitan kann síðani setast í spæl í sambandi við lærugreina- og organisatiónsmenning, uppgávur hjá myndugleikunum og politiskar tænastur.

Spurningurin er, hvat skúlaleiðslur, lærarar, myndugleikar og politikarar ynskja av skipanini. Hvørja leiðslukunning eigur skipanin at kunna útvega at byrja við, og hvørja skal hon útvega sum frá líður?

Í menningini av Kervi+ er tað eisini umráðandi at hava løgfrøðina og etikkin fyri eyga. Hvørjar dátur kunnu vit loyva okkum at savna inn, goyma og brúka undir verandi dátuverndarlóg? Í føroysku kunngerðini um dátuvernd verða leiðreglur um innsavnan, goymslu og nýtslu av persónsdátum lýstar, men í summum førum verður neyðugt at tulka reglugerðina til ta einstøku støðuna. Í tí samanhanginum er tað viðkomandi at seta sær sjálvum spurningin um, hvør dátuetikkur skal vera galdandi í sambandi við menningina av Kervi+ - eitt nú viðvíkjandi hvørji rættindi ymiskir brúkarar skulu hava til at síggja og at nýta dátur úr skipanini.

Etikkur er eitt fleiri túsunda ára gamalt fyribrigdi. Harafturímóti er dátuetikkur eitt nýtt fyribrigdi, sum er komið í kjalarvørrinum av talgildingini. Dátuetikkur snýr seg um virði og hugburð hjá einstaklingum og feløgum í mun til, hvussu vit kunnu brúka dátur á ein hátt, sum kann góðtakast. Við tøknini ber nærum alt til, tá ið tað ræður um at innsavna og nýta dátur, men hesar eiga bert at verða nýttar í samsvar við rættindi, rættartrygd og virði hjá borgarunum. Í teimum førum, har tað verður neyðugt at tulka reglugerðina um dátuvernd til ta einstøku støðuna, kann dátuetikkurin nýtastsum mát til at taka ábyrgarfullar avgerðir.

Menningin av Kervi+ er í gongd og kann formast leypandi eftir áhugamálunum hjá teimum mongu áhugapørtunum í skúlaverkinum. Tí er tað umráðandi at vera við til at allýsa ynski og krøv til virkisføri í Kervi+, og harvið eisini til leiðsludátusettið í skipanini.Í verkstovini arbeiða vit við fylgjandi punktum:

  • Íkast til mennararnar av Kervi+: Tørvur til upplýsingar her-og-nú og ynskta framtíðarmynd av skipanini.
  • Íkast til kunningarstøður (informationsscenarier): Verkstøð, har hugsað verður um design.
  • Kjak: Hvørjir møguleikar, hvørjar avbjóðingar og hvørjar reglur eru galdandi í sambandi við dá tudrivnari (námsfrøðiligari) leiðslukunning?
  • Kjak: Hvørjar dátuetiskar tvístøður kunnu væntast í sambandi við nýggju leiðslukunningina?
Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina