Skúlanet

Kunning til fyrisiting og KT vørðar

Her á síðuni finnur tú kunning um Skúlanet til KT vørðar og starvsfólk í fyrisitingini. Um tú hevur ivmál kanst tú seta teg í samband við kt-hjálpina á telefon 610 900.

Ábyrgdin hjá Gjaldstovuni
  • Umsita netini og netútgerð skúlans.​
  • Umsita skúlateldur og Chromebooks til næmingar og starvsfólk.​
  • Umsita prentarar, tó so at skúlin kann hava avtalu við uttanhýsis veitara um blekkpatrónir o.s.fr.​​
  • Innlima nýggjar teldur/Chromebooks (send KT Skivuni fráboðan).​
  • Umsita Skjalhald.​
  • Umsita trygdarpakkan.​
  • Umsita brúkarahjálpina, KT Skivan.
Ábyrgd skúlans

KT vørður skúlans / úrvalsbrúkarin hevur ábyrgd av at m.a.: ​

  • leggja inn serforrit​
  • hjálpa við at seta upp skermar, mýs, knappaborð og talvur​
  • greina og tulka feilir og rætta teir, um til ber​
  • skráseta feilir og trupulleikar til KT Skivuna​
  • samskifta við KT Skivuna um uppgávur og fylgja upp​
  • kunna brúkarar um loysnir og trupulleikar​
  • kanna at skipanir virka sum tær skulu, aftaná at tillaging og/ella uppstigað er​
  • fyrireika royndar- og próvtøkuvirksemi
  • tryggja røttu handfaran og goymslu av skúlans dátum​
  • keyp av teldum/Chromebooks v.m.​
  • tryggja at nøktandi ferð er á netinum á skúlanum/undirvísingarstovninum​
  • útvega hjálp og vegleiðingar til nýggjar næmingar, ið skulu á Skúlanet​
  • tryggja at næmingar og lesandi hava hóskandi amboð við til skúlabrúk/royndir​
  • um øll skulu hava eitt ávíst forrit, kann KT vørðurin biðja KT Skivuna leggja forritið út til øll starvsfólk við Firma Portal/Company Portal.
Broyt loyniorð til skulin.fo kontu
  • Far á: portal.office.com​
  • Skriva loyniorðið til tína skulin.fo kontu, ið tú síðan verður biðin um at broyta.​
  • Nýtt loyniorð skal vera minst 8 tekn og lúka 3 av hesum 4 krøvum:​ 
    1. Stórar stavir - ABCDE o.s.fr.​
    2. Smáar stavir - abcde o.s.fr.​
    3. Tøl - 0 - 9​
    4. Tekn - !”#¤%&/()=
Nýggjar teldur ella Chromebooks

Tá ið tit fáa nýggjar teldur/Chromebooks til skúlan, mugu hesar limast inn í Skúlanet fyri at sleppa á starvsfólkanetið og næminganetið. ​

Gevið KT Skivuni boð í góðari tíð.

Nýggir prentarar og talgildar talvur
  • Talvur og prentarar skulu um møguligt vera á netinum við káplum.​
  • Talvur og prentarar skulu á netið ‘Tolnet’.​
  • Talvur og prentarar skulu limast inn í Skúlanet. Boða KT Skivuni frá nýggjum eindum og kunna um:
    • Prentarar: Mac adressuna, modellið, t.d. Xerox xxx.​
    • Talvur: Mac adressuna, modellið t.d. Clevertouch og um talvan er á kápilnetinum.
Prent uppsesting
  • Prentarar skulu helst vera á netinum við káplum.​
  • Leiðslan hevur við innliman eyðmerkt, hvør tað er sum skal sleppa at prenta t.d. bert starvsfólk ella eisini starvsfólk og næmingar.​
  • Bólkar at velja ímillum: a) leiðsla og fyrisiting b) øll starvsfólk og c) næmingar. ​
  • Ásetast kann fyri hvønn prentara, um tað bara er ein av hesum ella øll, sum skulu sleppa at prenta. ​
  • Í Skúlaneti er gjørligt at hava skanna til teldupost (scan-to-mail). Funkan at skanna til fílu er ikki tøk. ​
  • Prentarar, ið hava havt møguleikan at skanna til teldupost áðrenn Skúlanet, fara framvegis at hava hesa funku.
  • Nakrir prentarar kunnu ikki skanna til teldupost. ​
  • Prentarar liggja á prentservarum. Uttanhýsis veitarar kunnu fáa atgongd til teir, so teir kunnu síggja blekk status v.m. ​
  • Prent fyrispurningar fara frá telduni – umvegis prentservara – til prentaran.
Prent loysnir

Prent frá Gestir-P netinum​

  • Prentarar verða skrásettir Í NAC (Network Access Control), og NAC sigur Firewall’inum frá, at talan er um ein dynamiskan bólk. Tá prentararnir so eru innlimaðir í NAC, er ein áseting í Firewall’inum sum sigur, at Gestir-P skal loyva hesari ferðsluni gjøgnum portur umvegis IP adressurnar í dynamiska bólkinum. ​
  • Um prentarin fer í dvala, tømir NAC’urin dynamiska bólkin við øllum IP adressunum, tí hann ikki finnur prentarin í Firewallinum, tá prentarin er farin í dvala. Tá ber ikki til at prenta. ​
  • Uppgávurnar sum verða stovnaðar, so hvørt skjøl verða send at skriva út, verða allar strikaðar, tí ongin prentari er at finna.​
  • Gjaldstovan royndarkoyrir í løtuni eina loysn, har prentuppgávur fara beinleiðis frá teldum til prentarar.
Rita inn í Skúlanet

Ein fyritreyt fyri at starvsfólk og næmingar kunnu rita inn í Skúlanet er at: ​

  • At tit hava stovnað starvsfólk og næmingar í Kervi/Skúlaneti​
  • næmingar í Fólkaskúlunum rita inn við loyniorðinum úr Kervi​
  • starvsfólk og lesandi rita inn á portal.office.com við sínum fyribils loyniorð, og broyta tað til sítt egna.
Rita inn við Chromebooks

Í Skúlaneti skulu Chromebooks vera eyðmerktar til ávísar næmingar fyri at gera tað lætt at rita inn:​

  • Fyrstu ferð ein næmingur skal brúka eina Chromebook, verður farið gjøgnum 8-10 stig av stillingum, áðrenn næmingurin sleppur í gongd. Hetta er bara neyðugt fyrstu ferð at ritað verður inn, og tit fáa vegleiðing til frá okkum.​
  • Næstu ferð at næmingur ritar inn á somu Chromebook, er tað lætt: Tá verður ritað inn við loyniorðinum til skulin.fo kontu sína. ​
  • Tá Chromebooks ikki eru eyðmerktar til ávísar næmingar, er vandi fyri, at næmingarnir skulu gjøgnum øll 8-10 stigini fleiri ferðir.​

Tá fleiri flokkar eru um somu Chromebooks. ​

  • Loysn: Set nummarrøð á hvørja einstøku Chromebook, so at børnini hava eina fasta Chromebook.​
    So t.d. Ása í 3. flokki, Bjarni í 4. flokki og Áki í 5 flokki hava altíð Chromebook nr. 1.
Gott at vita
  • Um ein starvsfólkatelda biður um loyniorð fyri at sleppa á starvsfólkanetið, so er okkurt er galið við uppsetingini av telduni. Ring til KT Skivuna tlf. 352490.​
         (Í Skúlaneti er einki loyniorð til starvsfólkanetið)​

 

  • Um ein telda hevur hug at fara á gestanetið heldur enn at vera á t.d. næminganetinum ella starvsfólkanetinum har hon eigur.​
    Loysn: Trýst á internet ikonið niðast í høgra hornið á telduni. ​
    Høgraklikkja á Gestanet og vel “Glem netværk”.                                                  ​
    So gloymir teldan gestanetið og fer ikki av sær sjálvum aftur yvir á tað. 
Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina