Leiðsla og organisatión

Verkstova um status av KT-verkætlanini og broytingarsamskiftinum væntaðar stovnsavleiðingar
 

19-08-2022   -   Kunningarfundur (MS Teams)

29-08-2022   -   Verkstova (Nám/UVS)

05-09-2022   -   Uppfylgingarfundur (MS Teams)

 

Strategiska tilgongdin, sum vit hava valt í sambandi við kt-heildarætlanina, kemur at føra við sær grundleggjandi umleggingar av kt-brúkinum og dátubrúkinum í skúlaverkinum. Ein og hvør broytingartilgongd er krevjandi og setir krøv til leiðslu og samskipan av tilgongdum í øllum geiranum, soleiðis at vit, hvør áokkara stað, megna at arbeiða við og lofta egnum broytingar-og menningartilgongdum. Okkara útbúgvingarstovnar eru á ymiskum stigum viðvíkjandi kt-nýtslu, tørvi og førleikum. Væntanir til ávirkan og grundleggjandi broytingar á ymsu skúlunum, eru tí eisini ymisk. Fyri at lofta avbjóðingum og møguleikum, sum kt-heildarætlanin hevur við sær, er tørvur á eini praksisgrundaðari førleikamenningartilgongd á økjum, sum viðvíkja strategiini.

Endamálið við verkstovuni er at førleikamenna luttakararnar, soleiðis at teir eru førir fyri at greiða sínum starvsfólkum og øðrum áhugapørtumfrá tí týdningarmesta í kt-heildarætlanini og gera teir førar fyri at leiða eitt kjak um ávirkan og møguligar broytingar, henda verkætlan fer at hava ástovninum.Fakliga evnið er viðkomandi í mun til, hvussu langt verkætlanin er komin í tilgongdini og nøktar ein grundleggjandi tørv fyri ein stóran málbólk.

Greinar og bókmentir

Anderson & Anderson ( 2018 ) Nøglen til ledelse af forandring. Kapittul 3 brot

Anderson & Anderson ( 2018 ) Nøglen til ledelse af forandring. Kapittul 6 brot

Kryger ( 2013 ) Narrativ kommunikation. Kapittul 1

Petersen ( 2021 ) Forandringskommunikation. Kapittul 1 brot

Schnoor ( 2015 ) Narrativ organisationsudvikling. Kapittul 4

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina