Heildarætlan
Heildarætlan
Nýggj heildarætlan fyri kt-umsiting í undirvísingarverkinum varð løgd fram og handað Jenis av Rana, landstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, í Norðurlandahúsinum tann 4. september 2020.
Tann 23. apríl 2021 samtykti Løgtingið, at heildarætlanin skuldi fremjast, og 40 mió. kr vórðu játtaðar á fíggjarlógini til tey næstu fimm árini.
Kt-heildarætlanin fyri undirvísingarverkið fevnir um fýra høvuðstættir:
1. Kervi+
At menna eina lestrarfyrisitingarskipan til fólkaskúlan, miðnámsskúlar, maritimar útbúgvingarstovnar, Heilsuskúlan og Fróðskaparsetrið.
2. Skúlanet
At byggja eitt nýtt undirstøðukervi, har allar tænastur og veitingar til brúkaran verða samskipaðar.
3. Leiðsla og organisatión
At fyrireika skúlar og útbúgvingarstovnar fyriskipanarliga og leiðsluliga til at verkseta og menna kt á teirra stovni.
4. Kt-didaktikkur
At tryggja lærarum førleikar at nýta kt í sínari undirvísing.