Skúlanet

Skúlanet

Við Skúlanet fáa undirvísingarstovnar eitt gott KT kervi við vælvirkandi neti og tíðarhóskandi loysnum, har trygdin er í hásæti. Tað skal vera lætt og trygt at brúka talgild amboð í skúlunum, so næmingar og lærarar kunnu hugsavna seg um undirvísing og læru.

Skúlanet skal loysa tær truplu kt-uppgávurnar fyri undirvísingarstovnarnar, og við vælvirkandi og tryggum kt-kervi gera tað lættari at samstarva. Lyklaorð eru trygd, synergi, standardisering og fyrimunir við stórrakstri.

Skúlanet er veiting frá KT Landsins, sum er skipað á Gjaldstovuni. Skúlanet er samstarv millum KT Landsins, Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar og útbúgvingarstovnar.

Skúlanet ger arbeiðið lættari

Skúlanet tekur sær av teknisku uppgávunum. Tí kunnu kt-starvsfólkini á stovninum savna seg um at ráðgeva lærarum um, hvussu kt kann nýtast best møguliga í undirvísingini, og skúlarnir kunnu hugsavna seg um skúlaskap. Skúlanet fer somuleiðis at gera tað lættari at deila vitan og menna førleikar.

Skúlanet hevur ábyrgdina av kt-trygdini, og heldur strangt eftirlit við møguligum kt-hóttanum. Um neyðugt, tekur Skúlanet alt fyri eitt stig til at basa slíkum hóttanum.

Betri, tryggari og á hægri stigi

Við Skúlaneti verður KT tænastan tann sama um alt landið – sama hvønn skúla ella hvørja kommunu næmingurin ella starvsfólkið hoyrir til. Keypsavtalur og tøknilig hjálp eru felags fyri alt tað føroyska skúlaverkið.

Skúlanet savnar uppgávur innan rakstur og tænastu, og lagar tær eftir somu fyrimynd. Lyklaorð eru trygd, synergi, stórrakstur og standardisering. Skúlanet ger, at KT tænastan innan skúlaverkið verður betri, tryggari og á munandi hægri stigi.

Leiðsla og menning av Skúlaneti

Undirvísingarstýrið hevur myndugleika og evstu ábyrgd av strategisku avgerðunum um Skúlanet. Avgerðirnar verða tiknar í samráði við eitt brúkararáð, sum er mannað við umboðum fyri Undirvísingarstýrið og Nám, KT Landsins, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám, maritimu útbúgvingarnar og Setrið. Hesir stovnar hava tí eisini ávirkan á menningina av Skúlaneti. Umboðini í brúkararáðnum hittast við jøvnum millumbilum at kjakast um veitingar og ynskir í sambandi við Skúlanet og menna uppskot til stýrisráðið, sum hevur ábyrgd av yvirskipaðu heildarætlanini.

Afturat hesum hevur Skúlanet eisini eitt lærugreinaráðgevararáð við fakpersónum, sum eisini hittast at kjakast um faklig evni og menna nýggj uppskot til Skúlanet.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina