Skúlanet
Ymsu netini
Tá ið ein skúli ella undirvísingarstovnur verður partur av Skúlaneti, verða fleiri net sett upp. Netini hava hvørt sítt endamál og hvør sína atgongdarstýring. Niðanfyri er yvirlit yvir netini á Skúlaneti.
Øll netini eru ikki sjónlig fyri brúkaran. Tað eru ymsu atgongdarloyvini og loyniorð, ið avgera, hvat net tú fært atgongd til.
Hetta netið er ætlað fartelefonum og øðrum persónligum eindum. Øll, sum fáa loyniorð til netið, kunnu rita inn á tað.
Tað er bara atgongd til internetið. Tað ber ikki til at senda skjøl til prentaran ella vísa skermar frá fareindum á skúlaskermar.
Hetta netið er ætlað starvsfólkum, ið eru tíðaravmarkað á skúlanum, t.d. kvøldskúlalærarar, ið hava brúk fyri at skriva út og brúka arbeiðsamboð á Skúlaneti. Á hesum netinum kunnu lærarar skriva út og vísa skermar frá fareindum á skúlaskermar.
Øll, sum fáa loyniorð til netið, kunnu rita inn á tað.
Hetta netið er ætlað næmingum á skúlum og undirvísingarstovnum. Næmingar kunnu rita inn við persónligum fareindum og skúlans.
Ritað verður inn við sínari teldupostadressu og tí loyniorði, sum næmingarnir valdu, tá ið teir skrásettu seg. Í flestu førum er hetta ein @skulin.fo teldupostadressa, tó hava nakrir skúlar egna teldupostadressu.
Á næminganetinum kunnu næmingar skriva út á prentarum til næmingar. Skúlaleiðslan avgerð, um næmingar kunnu vísa skermarnar á sínum fareindum á skúlaskermarnar.
Hetta netið er ætlað lærarum og starvsfólkum á skúlanum. Netið kann bert brúkast av eindum, ið eru skrásettar í Skúlaneti, tað vil siga, at privatar eindir hava ikki atgongd til starvsfólkanetið.
Skúlanet innlimar telduna á starvsfólkanetið, sum síðan sjálvvirkandi ritar inn á tað.
Hetta er netið, ið gevur atgongd til flest forrit og amboð, m.a. Skjalhald.
Hetta netið er ætlað KT útgerð á skúlanum. Skúlanet setur netið upp í samstarvi við KT vørðin á skúlanum
Hetta netið er bert ætlað í serligum føri, tá Skúlanet arbeiðir við netinum. Brúkarar fáa fatur á netinum, um tey seta kápil í telduna. Hetta verður frámælt at gera.
Eins á Gestir netinum er bara atgongd til internetið á hesum netinum.
Netini í Skúlaneti hava ásett filtur fyri m.a. harðskap, pornografi og annað óhóskandi tilfar. Um tú er á veg á eina síðu, ið ikki er góðkend, fær tú boð um, at innihaldið á síðuni verður mett sum brot á trygdarpolitikkin á skúlanum.
Set teg í samband við KT Skivuna, um tú metir, at ein heimasíða er skeivt filtrerað.