Skúlanet

Ofta settir spurningar
Niðanfyri eru góð ráð og ofta settir spurningar um Skúlanet, sum kunnu hjálpa tær við í gongd við at rita inn at brúka KT skipanir og amboð.
Tú skalt vera skrásettur sum admin brúkari fyri at leggja forrit á telduna. Hetta er av trygdarávum, so eingi óneyðug forrit koma á telduna.
Spyr ein KT vørð ella fyrisitingina fyri at vita, hvør hevur administrator rættindi á tínum skúla.
Spyr ein KT vørð ella fyrisitingina fyri at vita, hvør hevur administrator rættindi á tínum skúla.
Administrator brúkarin kann leggja forrit á teldurnar. Um ein leiðregla á skúlanum er í andsøgn við forritið, kann administrator brúkarin ikki leggja tað á telduna.
Company Portal er ein skipan, ið gevur næmingum, lærarum og starvsfólkum atgongd til útvald forrit, sum tey kunnu taka niður á telduna. Skúlanet leggur nøkur standard forrit í skipanina, og síðan avgerð skúlin, um nøkur leggjast aftrat.
Um telda, ið er skrásett á Skúlaneti, verður burtur, skalt tú boða KT vørðinum frá. Teldan verður síðan strikað í Skúlaneti, og trygdaratlit verða tikin fyri dátuvernd.
Tá ið tú hevur fingið nýggja teldu, kanst tú rita inn aftur.
Tú kanst á øllum teldum og fareindum fara á www.portal.office.com og rita inn á tín teldupost. Tú ritar inn við tínari teldupostadressu og tínum loyniorði, sum tú valdi, tá ið tú skrásetti teg. Í flestu førum er hetta ein @skulin.fo teldupostadressa, tó hava nakrir skúlar egna teldupostadressu.
Allir brúkarar í Skúlaneti eru skrásettir við hvør sínari teldupostadressu. Henda verður brúkt, hvørja ferð tú ritar inn. Í flestu førum er tað ein @skulin.fo teldupostadressa, tó hava nakrir skúlar egna teldupostadressu.
KT vørðurin á skúlanum setur seg í samband við KT Skivuna, sum stovnar brúkarar. Hetta kann taka 1-3 yrkadagar.
Um tú arbeiðir heima, eru treytirnar tær somu, sum tá ið tú ert á gestanetinum á skúlanum. Tú hevur ikki atgongd til øll forrit og amboð, t.d. Skjalhald. Tú kanst heldur ikki skriva skjøl út á nøkrum prentara.
Set teg í samband við KT Skivuna á telefon 34 25 90
Teldurnar í Skúlaneti verða dagførdar sjálvvirkandi, so trygdin er í lagi, og tú altíð hevur eina dagførda útgávu av forritum.