Leiðsla og organisatión
Verkstova um dátadrivna fak- og organisatiónsmenning
Undirvísingarstýrið hevur bjóðað ein bólk av serfrøðingum frá Professionshøjskolen i Nordjylland (UCN) á vitjan tann 14. – 15. september. Endamálið við vitjanini er at deila royndir við at menna og íverkseta kt-umsitingarskipanir. UCN hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við kt-umsitingarskipanum, og stovnurin hevur seinastu árini ment og íverksett eina nýggja og umfatandi skipan nevnd ESAS saman við hinum donsku professiónsháskúlunum.
Arbeiðsbólkurin frá UCN:
Rie Nielsen, kvalitetschef (datadreven fag-, uddannelses- og organisationsudvikling)
Betina Slifsgaard, projektleder ESAS implementering
Benjamin Bue Rakov, systemkonsulent på en række af UCN's studieadministrative løsninger (skemalægning, praktikportal, WISEflow, eksamensbevissystem, lokaleadministration)
Lene Zakarias, studiechef
Verkstova fríggjadagin 15. september kl. 09:00 – 12:00
Fríggjadagin 15. september arbeiða vit við evninum “datadrivin fak- og organisatiónsmenning”.
Endamálið við verkstovuni er at deila royndir um, hvussu data frá einari kt-umsitingarskipan kunnu brúkast í sambandi við at menna fak, útbúgvingar og innanhýsis arbeiðsgongdir.
UCN-bólkurin vil geva eina stutta fakliga framløgu um íverksetanina av ESAS og greiða frá, hvussu data frá ESAS og øðrum skipanum hava verið nýtt í menningarhøpi, harumframt hvørji faklig, organisatorisk og tøknilig viðurskifti vit eiga at geva gætur.
Vi støði í hesum fakliga íkastinum vilja vit umrøða, hvussu vit kunnu fáa gagn av brúka data frá Kervi+ í hægri útbúgvingum, miðnámsútbúginvgum og í fólkaskúlanum.
Skráin fyri verkstovuna
08:30 - 09:00: Morgunbreyð og kaffi
09:00 - 09:15: Vælkomin og inngangur um endamál og luttakarar
09:15 - 10:00: Faglig framløga: Datadrivin fak- og organisatiónsmenning á UCN
10:00 - 10:15: Stuttur steðgur
10:15 - 11:40: Orðaskifti og spurningar
11:40 - 12:00: Samanumtøka, spurningar
12:00 - 13:00: Miðmáli
Heitt verður á allar luttakarar at taka virknan lut í orðaskifti, deila royndir og seta spurningar.
Vit síggja fram til ein fyrrapart við fakligum íblástri, vitanardeiling og netverkan. Fírið ikki fyri at seta tykkum í samband við okkum, um tit hava spurningar ella uppskot um viðkomandi evni at umrøða á verkstovuni.