Tíðindi

17. november 2021

Verkstova Næmingur/Lesandi

Undirvísingarstýrið skipar fyri eini røð av verkstovum, í sambandi við menningini av Proof of Concept (POC), ið er ein prototypu-loysn til eina lestrarfyrisitingarliga kt skipan. Ítøkiliga endamálið við POC er tvífaldað, tvs. at:

  1. Byggja menningarpall og menna nøkur útvald virskisøki
  2. Royna, eftirmeta og tillaga ymsar organiserings- og arbeiðshættir, sum grundarlag fyri framhaldandi stórskalamenning í 2022-2025

Hesuferð var talan um virkisøkið næmingar/lesandi. Verkstovurnar vóru hildnar á Hilton Garden Inn, tann 16. og 17. november.

Luttakarar vóru umboð frá Vinnuháskúlanum, Tórshavnar Kommunu; Fróðskaparsetrinum, Heilsuskúlanum, Glasir, Skúlanum á Fløtum og Undirvísingarstýrinum. Luttakararnir eru serfrøðingar á teirra øki, har tað snýr seg um umsiting av næminginum/lesandi.

Endamálið við luttøku av serfrøðingunum er, at teir lýsa felags tørvir á virkisøkinum eins væl og soleiðis eisini serstakligar tørvir hjá teimum ymsu stovnunum, hvør sær. 

Luttakararnir høvdu aktivan leiklut á verkstovunum og afturmeldingarnir vóru jaligar.

Næstu verkstovurnar verða síðst í hesum.

 

 

 

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina