Leiðsla og organisatión

Verkstova um kt-trygd

 

14-11-2022   -   Kunningarfundur (MS Teams)

21-11-2022   -   Verkstova (Nám/UVS)

06-12-2022   -   Fundur fyri framhaldsviðgerð (MS Teams)

 

Ein týðandi orsøk til eitt felags Skúlanet er, at almenna kt-trygdin verður betrað fyri allar skúlar. Eitt Skúlanet tryggjar somu kós og ætlan fyri undirstøðukervið í øllum undirvísingargeiranum.

Krøvini frá tí almenna til kt-trygdina í skúlum verða fleiri og fleiri. Hetta sæst eisini í mun til at handfara persónsupplýsingar. Hetta økir eyðsæð um tørvin á vitan og førleikum innan kt-trygd á einstaka skúlanum. Hóttanirnar frá internetinum gerast alsamt størri og torførari at verja seg ímóti. Tí er neyðugt í størri mun at leggja áherslu á kt-trygd. Nú eru nógv dømi um undirvísingarstovnar, har heilar kt-skipanir eru antin læstar av hakkarum, oyðilagdar ella har viðkvomu persónsdáturnar eru lagdar á blik á internetinum. Eisini eru dømi um granskingardátur, sum eru stjolnar. Í øllum geirum eru ein rúgva av dømum, har  hakkarar hava roynt at noyða loysigjald frá leiðslunum afturfyri antin at lata kt-skipanirnar upp aftur ella fyri ikki at almannakunngera dátur. Úrslitini hava ofta havt sera neiliga ávirkan á rakstur og umdømi hjá teim raktu.

Skúlanet inniheldur bæði tøkni og kt fyrisiting. Skúlanet er í høvuðsheitum eitt vælvirkandi og trygt kt-undirstøðukervi við tekniskum netverki, interneti og arbeiðsteldum. Undirstøðukervið verður verksett á skúlunum og verður rikið av KTL og kt-veitarum teirra. Undirstøðukervið verður yvirvakið á ein vælskipaðan hátt, har óvanligur ella illgrunasamur dáturafikkur verður steðgaður. Skúlanet bjóðar arbeiðsteldur til starvsfólk. Veitingin arbeiðstelda umfatar installatión, uppseting og support av sjálvari telduni umframt installatión av øðrum ritbúnaði. Í uppsetingini av arbeiðstelduni eru fleiri trygdarfyriskipanar gjørdar. Harnæst verður hvør skúli í Skúlaneti skoðaður og fær ráðgeving innan kt-trygd frá KT Trygd á Gjaldstovuni.

Spurningarnir vit hugsavna okkum um eru hesir:

Hvørjar eru hóttanirnar í løtuni (hóttanarmynd)?

Hvussu er kt-trygdin í Skúlaneti skipað? (tøkniligt undirstøðukervi og atburður)

Hvussu eigur einstaki skúlin og Skúlanet at handfara kreppuna, tá hakkarar hava ræði á hardware, software og/ella dátum (kreppuleiðsla)

Á verkstovuni tosa vit um evni og spurningar um kt-trygdina í Skúlaneti. Spurningar og

evnir vera ikki neyðturviliga svarað endaliga á verkstovuni, av tí at nógvir áhugapartar fáa høvi at koma til orðana og fáa ávirkan á uppseting sum frálíður. Men verkstovan er eitt leiðslurúm har høvi verður at kjakast um hesar týðandi spurningar.

Greinar og bókmentir

Dinesen & Andersen ( 2012 ) Kriseledelse - 10 pejlemærker for god kriseledelse

DKCERT ( 2022 ) Trendrapport - Universiteterne

FE center for cybersikkerhed ( 2022 ) Cybertruslen mod Danmark

Pedersen & Vandrup ( 2022 ) It-sikkerhed i praksis

Vigsø ( 2015 ) Krisekommunikation

Sjónband

Bestyrelsesforeningen & Dansk Standard ( 2021 )

Framløga hjá Keld Norman: Netsetur um net- og kunningartrygd. 

( Frá 26.12 til 54.25 minuttir )

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina