Tíðindi

22. mai 2025

Stýrisráðið og Brúkararáðið fyri Skúlanet skipað

Stóra kt-heildarætlanin í undirvísingarverkinum er við at koma á mál. Heildarætlanin hevur tvey høvðusáták - annað er at skipa eitt trygt kt-undirstøðukervi, nevnt Skúlanet og hitt er at menna eina kt-fyrisitingarskipan, nevnd Kervi+.

Nú hava allir almennir skúlar í Føroyum undirskrivað avtalu um at gerast partur av Skúlaneti, og teir flestu eru innlimaðir. Skúlanet er sermerkt við at vera eitt samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, Gjaldstovuna og allar kommunurnar. Raksturin er skipaður millum Gjaldsstovuna, Undirvísingarstýrið og Nám.

Skúlanet verður stjórnað av einum stýrisráðið, har Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum er formaður. Hinir limirnir í stýrisráðnum eru Leif Abrahamsen, næstformaður, Eyðun Gaard, Birgir av Steinum, Mortan Zachariassen, Jákup Foldbo og Sigrid J. Dalsgaard.

Eitt brúkarráð er eisini skipað, sum er ráðgevandi hjá stýrisráðnum. Brúkararáðið hevur m.a. til uppgávu at umrøða samstarvið millum útbúgvingarstovnarnar og kt-hjálpina/kt-skivuna, at umrøða broytingarynskir til tænastuveitingar, at umrøða nøgdsemi og møguligar nýggjar fakligar felagsskapir. Brúkararáðið er mannað við 13 limum, umboðandi alla breiddina av undirvísingarstovnum í landinum. Brúkarráðið hevði sín fyrsta fund 21. mai, har ráðið skipaði seg.

Leivur Vitalis, varaskúlastjóri á skúlanum á Skúlatrøð, er valdur til formann. Í Brúkararáðnum eru harumframt Vivie Davidsen, Christian Joensen, Finnur Joen Jacobsen, Berlys Carlota Cañas Toftadal, Annika Katrin Joensen, Símun Poulsen, Aslaug Olsen, Johan Ísak Súni Hansen, Una Joensen, Cecilia Nolsøe Sørensen, Jaqueline Benzon og Gundur Mortensen (sí mynd).

Á myndini vænta, Gundur Mortensen og Cecila Nolsøe Sørensen.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina