Tíðindi
Elskar tú at finna feilir?
(endurlýsing)
Undirvísingarstýrið tørvar fólk við kunnleika til umsiting við kt
Vilt tú royna teg sum “testara” í einum spennandi og fjølbroyttum tíðar-avmarkaðum starvi í størstu kt-verkætlan í undirvísingarverkinum?
Um starvið
Tú verður partur av kt-deildini í Undirvísingarstýrinum, sum stendur á odda fyri at gera kt-heildarætlanina 2021-2025 til veruleika. Tú hevur leiklutin sum “testari” og kemur at arbeiða tætt saman við verkætlanarleiðara og kt-mennarum um at tryggja, at hentleikar í nýggju kt-skipanini Kervi+ virka, sum teir skulu.
Hevur tú royndir við kt-umsiting og dugir væl at seta teg inn í nýggjar kt-skipanir, so lat okkum frætta frá tær. Vit veita tær neyðuga upplæring.
Uppgávur
Uppgávurnar fevna í høvuðslutum um:
- at orða testuppgávur til Kervi+
- at fremja testuppgávur í Kervi+
- at taka lut á regluligum fundum
- at orða manngongdir og vegleiðingar til brúkarar
Førleikar og royndir
Vit vænta:
- at tú hevur hollar royndir við kt í tínum arbeiði
- at tú skjótt dugir at seta teg inn í nýggja kt-skipan
- at tú ert væl skipað/-ur og dugir at skapa tær yvirlit
- at tú evnar at greina og lýsa umsitingarligar mannagondir
- at tú dugir at hugsa skilvíst
- at tú dugir føroyskt
Tað er ikki eitt krav at hava formliga útbúgving innan fyri kt, men fyrimunur er, um tú hevur starvast í útbúgvingarskipanini ella hevur royndir frá umsiting í skúla ella útbúgvingarstovni.
Setanarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað verkætlanarstarv fulla tíð fram til 31. juli 2025 (skúlaárið 2024/2025) og verður sett skjótast til ber. Møguleiki er fyri at leingja starvsetanina. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum og lívsrensli skulu vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 29. august 2024 kl. 12:00.
Umsóknin verður stílað til
Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við t-posti: undirvising@uvs.fo. Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Mortan Zachariassen, deildarleiðara, tlf: 555074.
Meira um Undirvísingarstýrið og heildarætlaninina er at finna á www.uvs.fo og www.skulin.fo.