Tíðindi
Elskar tú at finna feilir? Undirvísingarstýrið tørvar fólk við kunnleika til kt-umsiting og dygd
Vilt tú royna teg sum “QA-testara” í einum spennandi og fjølbroyttum tíðar-avmarkaðum starvi í størstu kt-verkætlan í undirvísingarverkinum?
Um starvið
Tú verður partur av kt-deildini í Undirvísingarstýrinum, sum stendur á odda fyri at gera kt-heildarætlanina 2021-2025 til veruleika. Tú hevur leiklutin sum “QA-testari” og kemur at arbeiða tætt saman við verkætlanarleiðarum og kt-mennarum um at tryggja, at hentleikar í nýggju kt-skipanini Kervi+ virka, sum teir skulu, áðrenn teir verða tiknir í nýtslu.
Hevur tú royndir við kt-umsiting og dugir væl at seta teg inn í nýggjar kt-skipanir, so lat okkum frætta frá tær. Arbeiðið í kt-eindini er á høgum fakligum stigi, og dentur verður lagdur á eitt gott læringarumhvørvi, og at vit samstarva væl.
Uppgávur
Uppgávurnar fevna í høvuðslutum um:
· at arbeiða í “sprintum” eftir SCRUM-menningarleisti
· at taka lut í regluligum fundum saman við mennaratoyminum
· at samskipa, stýra og samskifta um test-uppgávur
· at orða “testcases” til Kervi+
· at finna feilir í Kervi+
Førleikar og royndir
Vit vænta:
· at tú hevur góðar kt-førleikar og hollar royndir við kt í tínum arbeiði
· at tú ert fúsur og ferðugur við nýggjum kt-skipan
· at tú ert væl skipaður og dugir at skapa tær yvirlit
· at tú evnar at greina og lýsa umsitingarligar mannagondir
· at tú dugir at hugsa skilvíst um kt-bygnað og at umsita við kt
· at tað er tær lítið fyri at samskifta og orða teg skrivliga á føroyskum
Fyrimunur er, um tú hevur starvast í útbúgvingarskipanini ella hevur royndir frá umsiting í skúla ella útbúgvingarstovni.
Setanarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað verkætlanarstarv fulla tíð fram til 31. juli 2025 (skúlaárið 2024/2025) og verður sett 15. august 2024 ella skjótast til ber. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum og lívsrensli skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. august 2024 kl. 12:00.
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn ella við t-posti: undirvising@uvs.fo. Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Mortan Zachariassen, deildarleiðara, tlf: 555074.
Meira um Undirvísingarstýrið og heildarætlaninina er at finna á www.uvs.fo og www.skulin.fo.