Tíðindi
Verkstova í KT-trygd fyri skúlaleiðarum
Kennir tú orð so sum ”Trojanskur hestur, phishing, ormar og cyber nudging”? Hesi hugtøk eru støðugt frammi í mun til KT-trygd. Krøvini á skúlunum til KT-trygd herðast alsamt. Ítøkilig dømi eru m.a. úr útheiminum um skúlar, har KT-skipanir antin eru læstar av hakkarum ella viðkvæmir persónsupplýsingar eru lagdir út á interneti.
Tørvurin er tí stórur á vitan og førleikum innan KT-trygd í skúlunum í mun til handfaring av persónsupplýsingum og hóttanir frá internetinum. Skúlaleiðarar úr føroyska undirvísingarverkinum vóru í hesum sambandi savnaðir í gjár til eina verkstovu í Undirvísingarstýrinum í Havn, har evnið var KT-trygd. Verkstovan er ein liður í stóru KT-heildarætlanini fyri undirvísingarverkið, felags Skúlanet, har KT-trygdin er ein týðandi partur.
Spurningarnir, sum skúlaleiðarar viðgjørdu á verkstovuni, vóru m.a., hvørjar eru hóttanirnar í løtuni? Hvussu er KT-trygdin úti á skúlunum og í Skúlaneti skipað? Hvussu eigur einstaki skúlin at handfara kreppuna, tá hakkarar hava ræðið á hardware, software og dátum? Spurningarnir vóru ikki svaraðir endaliga, men verkstovan var eitt gott høvi til at kjakast og fáa kunning um KT-trygdina. Framløgur vóru á skránni frá Andreas Simonsen, verkætlanarleiðara í Skúlaneti, Djóni á Boðanesi, trygdarserfrøðingi í KT trygd á Gjaldstovuni og Steffen Löfvall, ráðgevi frá CPH Learning.
Eitt endamál við felags Skúlaneti er m.a. at tryggja somu kós og ætlan fyri undirstøðukervið í øllum undirvísingargeiranum. Hetta umfatar bæði tøkni, KT fyrisiting og eitt trygt KT undirstøðukervi, har illgrunasamur dátutrafikkur verður steðgaður. Skúlanet bjóðar eisini arbeiðsteldur til starvsfólk í skúlaverkinum, support og uppseting av arbeiðsteldum, har trygdarfyriskipanar verða gjørdar. Skúlar í Skúlaneti verða harumframt skoðaðir og fáa ráðgeving frá KT Trygd á Gjaldstovuni.
Niðanfyri er eitt dømi frá verkstovuni, sum vísir eitt góð ráð um, hvussu til ber at eyðmerkja phishing* í einum telduposti.
*Fysking, at dreggja eftir upplýsingum við følskum teldupostum (sprotin.fo)