Tíðindi

24. januar 2023

Oyndarfjarðar skúli í Skúlaneti

Í farnu viku bleiv ein av minstu skúlunum í landinum, Oyndarfjarðar skúli, partur av Skúlaneti. Í skúlanum eru tveir næmingar og ein lærari. Tey leggjast aftrat teimum 900 næmingunum og 169 starvsfólkunum, ið frammanundan vóru í Skúlaneti.

Oyndarfjarðar skúli skal lúka somu krøv til KT trygd og dátuvernd sum stóru skúlarnir. Hetta gevur ofta smáum skúlum lutfallsliga stóra arbeiðsbyrðu. Við at gerast partur av Skúlaneti fær skúlin eitt nýtmótans net og tíðarhóskandi KT amboð, ið lúka øll neyðug krøv. Skúlin fær somuleiðis uppsetan av KT og KT hjálp, tá ið teimum tørvar tað.

Oyndarfjørður er partur av Runavíkar kommunu, sum síðsta summar skrivaði undir avtalu um Skúlanet. Kommunan fevnir eisini um Skúlan við Løkin, Glyvra skúla og Skála skúla.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina