Tíðindi

13. januar 2023

Vestmanna skúli við fyrstafloks neti og KT

Tað var ein spentur og ágrýtin starvsfólkahópur, sum eftir jólafrítíðina fór undir undirvísing í Vestmanna skúla. Orsøkin er tann, at skúlin er vorðin partur av Skúlaneti, sum miðsavnar KT, net, trygd og brúkarahjálp til undirvísingarstovnar.

Endamálið við Skúlaneti er at veita undirvísingarstovnum eitt gott KT kervi við vælvirkandi neti og tíðarhóskandi loysnum, har trygdin er í hásæti. Tað skal vera lætt og trygt at brúka talgild amboð og KT í skúlunum, so næmingar og lærarar kunnu hugsavna seg um undirvísing og læru.

Vestmanna skúli hevur umleið 180 næmingar úr 1. til 10. flokk og um 25 starvsfólk. Við at gerast partur av Skúlaneti, hevur skúlin fingið nýtt nýmótans net, ið lýkur almennu krøvini um KT trygd. Skúlanet fevnir eisini um uppsetan av KT og KT hjálp.

KT vørðurin á skúlanum hevur framvegis ábyrgd at veita næmingum og lærarum dagligu brúkarahjálpina. Um KT vørðurin á skúlanum ikki megnar at loysa eina uppgávu, kann hann seta seg í samband við Skúlanet, sum hjálpir við uppgávunum á skúlanum. Skúlanet kann eisini veita hjálp um KT vørðurin er upptikin ella skúlin á annan hátt tørvar ráðgeving hjálp.

Í jólafrítíðini vóru starvsfólk hjá Gjaldstovuni og Nema í Vestmanna og fyrireikaðu, so Skúlanet var klárt at byrja, tá ið lærarar og næmingar komu aftur eftir jólasteðgin. Starvsfólkini møtti á skúlanum áðrenn næmingarnar at fáa undirvísing í brúki av nýggju tøknini. Samstarvið millum partarnar hevur gingið sera væl, og eru tey spent í Vestmanna skúla at fara undir at brúka nýggju KT loysnirnar.

Skúlanet er knýtt at landsfevnandi verkætlan hjá Undirvísingarstýrinum, sum samskipar KT tænastur og veitingar á undirvísingarstovnum landsins.

Gjaldstovan umsitur Skúlanet. 10 skúlar, 169 starvsfólk og 900 næmingar eru nú fevnd at Skúlaneti og fleiri eru ávegis.

 

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina