Tíðindi

13. desember 2022

Miðnám í Vestmanna partur av Skúlanet

 

9. desember skrivaði Magnus Gaard, rektari, undir avtalu við KT Landsins um at binda Miðnám í Vestmanna í Skúlanet. Við hesum eru 17 skúlar og stovnar nú vorðnir partur av Skúlanet.

Skúlanet er nýggj felags rakstrar- og tænastuskipan fyri føroyska undirvísingarverkið. Endamálið við skipanini er í stuttum at betra um kt-trygd og dátuvernd, lætta um fyrisiting og gera samskiftið ímillum skúla, starvsfólk, næmingar og foreldur smidligari. Skúlanet er skipað sum samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna.

Spurdur um fyrimunir við Skúlanet, svarar Magnus, at serliga herdu krøvini til vernd av persónsupplýsingum og KT-trygd sum heild geva smáu skúlunum eina lutfallsliga stóra arbeiðsbyrðu, sum lætnar við hesum. Eisini metir Magnus, at stórir fyrimunir eru hjá smáu skúlunum, at tað nú langt um leingi verður gjørd ein umsitingarskipan, ið er skræddaraseymað til skúlar og lógarverkið, ið teir virka eftir.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina