Tíðindi

30. august 2022

Verkstovudagur fyri leiðslur á útbúgvingarstovnum

Mándagin 29. august vóru skúlaleiðarar úr øllum føroyska undirvísingarverkinum savnaðir til verkstovu í Dansifrøi í Havn. Á verkstovuni varð kunnað um gongdina í verkætlanunum við Skúlaneti og LFS, og luttakararnir viðgjørdu, hvussu broytingar kunnu ávirka organisatiónina, og hvønn týdning samskifti hevur. Tøkniligar broytingar fara at merkjast, og vit mugu ikki undirmeta menniskjaligu atlitini, og ta ávirkanina broytingar kunnu hava.

 

Ítøkilig úrslit byrja nú at síggjast av stóru KT-heildarætlanini fyri undirvísingarverkið. Allir fólkaskúlarnir á Sandoynni eru bundnir í Skúlanet, og fleiri eru ávegis komandi tíðina, eitt nú skúlarnir í Sørvági, á Giljanesi, í Vestmanna og allir skúlarnir í Runavíkar kommunu.

 

Menningin av LFS er eisini komin so mikið áleiðis, at fyrsta íverksetanin verður í oktober. Henda íverksetanin vendir sær til myndugleikar, sum koma at skráseta upplýsingar um stovnar, útbúgvingar og lærugreinar. Skúlar og útbúgvingarstovnar koma ikki at merkja stórvegis til hesa fyrstu íverksetanina, sum kortini er grundarlag fyri øllum tí, sum verður íverksett seinni.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina