Tíðindi
Vestmanna Skúli verður partur av Skúlanet
26. august skrivaðu Bjørg á Rógvi, virkandi borgarstjóri og Birgir av Steinum, vegna KT Landsins, undir avtalu um, at Vestmanna Skúli verður bundin í Skúlanet.
Vestmanna Bygdarráð ynskir at raðfesta dátutrygdina í kommununi. Sáttmálin um Skúlanet er ein liður í hesum arbeiði.
Skúlanet er skipað sum samstarv ímillum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna, sum umsitur Landsnet, og er líkt tilboðnum til almennar stovnar.
Skúlanet er nýggj tænasta, sum skipar felags KT loysnir og hjálp til allar undirvísingarstovnar í landinum. Krøvini til KT og KT trygd vaksa alsamt, og tí eru stórir fyrimunir við at miðsavna hetta øki.
Endamálið við heildarætlanini fyri undirvísingarøkið er í stuttum at betra um KT og dátutrygd, lætta um fyrisitingina og gera samskiftið ímillum skúla, starvsfólk, næmingar og foreldur smidligari.