Tíðindi
Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna eru við í Skúlaneti
Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna hava báðar gjørt avtalu við Gjaldstovuna um at gerast partur av Skúlaneti.
Í Runavíkar og Sjóvar kommunu eru fimm skúlar við 645 næmingum og 100 lærarum. Hesi verða øll fevnd av trygdartænastunum í Skúlaneti, sum lúka nógv herdu krøvini um dátuvernd og KT-trygd.
Eisini skal Skúlanet loysa tær ofta truplu KT-uppgávurnar, sum skúlarnir hava.
Skúlanet veitir eitt vælvirkandi og trygt KT-kervi, sum ger tað lættari hjá skúlunum at samstarva, og gevur starvsfólkunum betri stundir til undirvísing og KT-didaktik.
Størsti skúlin í økinum er Runavíkar kommunuskúli við 438 næmingum. Í Oyndarfjarða skúla eru tveir næmingar.
Gjaldstovan og Undirvísingarstýrið eru fegin um góðu undirtøkuna av Skúlanet.
Fríggjadagin skrivaðu Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Durita Tausen, varðastjóri á Gjaldstovuni, undir avtalu um Skúlanet.
Á myndini eru eisini Durita P. Joensen, skúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla, Hans Michael í Mittúni, varðastjóri og Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla.
Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, skrivaði í juni undir avtalu við Gjaldstovuna, sum ger Stranda skúla til part av Skúlaneti.