Tíðindi

06. november 2020

Leiðari at standa á odda fyri kt-heildarætlanini

Søkt verður eftir royndum leiðara at standa á odda fyri heildarætlanini um kt-umsiting í undirvísingarverkinum.

Talan er um fjølbroytt og spennandi starv. Tú fært stóra ávirkan á, hvussu kt-eindin og virksemið verður skipað. Leiðarin fyri kt-eindini verður partur av leiðslubólkinum í Undirvísingarstýrinum.

Umsóknarfreistin er 30. november kl. 12.00.

Lýsingin er at finna her.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina