Tíðindi

03. mai 2022

Nú byrjar verksetanin av Skúlaneti 

Skopunar og Sørvágs kommuna gjørdust í farnu viku fyrstu kommunur í landinum at gera avtalu við Gjaldstovuna um nýggja Skúlanet. Fleiri aðrar kommunur og almennir undirvísingarstovnar eru ávegis at gera líknandi avtalu. 
  
Skúlanet er skipað sum samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunur, skúlar, útbúgvingarstovnar og Gjaldstovuna, sum umsitur Landsnet, og er líkt tilboðnum til almennar stovnar. 
Skúlanet er nýggj tænasta, sum skipar felags KT loysnir og hjálp til allar undirvísingarstovnar í landinum. Krøvini til KT og KT trygd vaksa alsamt, og tí eru stórir fyrimunir við at miðsavna hetta øki. 


  Við nýggju tænastuni bjóða vit føroyska undirvísingarverkinum eina KT heildarloysn, so allir skúlar kunnu brúka nútímans tøkni í undirvísingini. Uttan mun til stødd og staðseting fara næmingar, lesandi og starvsfólk at hava atgongd til munadygt KT og KT trygd”, 

sigur Birgir av Steinum, deildarstjóri í KT Landsins á Gjaldstovuni. 
  

Skúlanet er partur av heildarætlanini fyri KT umsiting í undirvísingarverkinum, ið varð løgd fram og handað Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanrikis- og mentamálum í september 2020. Endamálið við heildarætlanini fyri undirvísingarøkið er í stuttum at betra um KT og dátutrygd, lætta um fyrisitingina og gera samskifti millum skúla, starvsfólk, næmingar og foreldur smidligari. 

Undirvísingarøkið í tølum

41 fólkaskúlar eru í Føroyum við 6.820 næmingum og 952 starvsfólkum.

7 almennir undirvísingarstovnar eru (miðnám og hægri lestur) við 3.910 næmingum/lesandi og 671 stavsfólkum.


 
 

Myndir: Skopunar og Sørvágskommuna hava gjørt avtalu um Skúlanet. Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, undirskrivaði avtaluna fyri Skopunar kommunu

Les meira um Skúlanet her: https://skulin.fo/skulanet 

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina