Tíðindi

03. mai 2022

Verkstova Flokkar/Bólkar

Í døgunum 26. og 27. apríl skipaði Undirvísingarstýrið fyri tveimum verkstovum. Verkstovurnar eru hildnar yvir tveir dagar, og viðvíkja virskisøki flokkar/bólkar. Hetta virkisøkið er tað 7. á rað, í sambandi við menning av felags lestrarfyrisitingarskipanini (LFS).

Serfrøðingar, ið hava luttikið á verkstovunum, eru frá ymiskum undirvísingarstovnum. Sagt við øðrum orðum, vóru serfrøðingarnir frá  Skúlanum á Fløtum, Skúlanum á Eiði, Glasi, Runavíkar kommunuskúla, Miðnámi á Kambsdali, Tekniska skúlanum í Klaksvík, Vinnuháskúlanum, Heilsuskúlanum, og Setrinum.

Verkstovurnar vóru væl eydnaðar. Luttakararnir saman hava gjørt neyðugar kravsetingar til skipanina, ið umfatar alt undirvísingarverkið, frá fólkaskúla til hægri útbúgving. 

Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá verkstovunum.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við kt-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við kt-heildarætlanina