Tíðindi
Sáttmálar gjørdir um at menna nýggja kt-skipan til undirvísingarverkið
Undirvísingarstýrið er farið undir at menna eina nýggja kt-skipan, ið er felags fyri alt undirvísingarverkið. Saman við leiðslum á skúlum og útbúgvingarstovnum hevur Undirvísingarstýrið staðfest, at átroðkandi tørvur er á at samskipa talgildingina og at lyfta kt-trygdina. Í februar mánaði vóru tvey stór útboð kunngjørd á Keypsportalinum. Útboðini fevna um at keypa inn kt-serfrøði til at menna og byggja nýggju kt-skipanina.
Tríggjar fyritøkur hava vunnið útboðini, og sáttmáli er gjørdur fram til 31. desember 2023. Í sáttmálaskeiðinum veita fyritøkurnar kt-serfrøðingar innan fyri serøkini: frontend, backend, devOps og UX/UI. Aðrar fyritøkur hava víst á, at tær ynskja at luttaka seinni í menningini.
Broytingartilgongd
Kt-skipanin leggur støði undir eina umfatandi broytingartilgongd í undirvísingarverkinum. Broytingarnar koma at fevna um felags kt-undirstøðuverkið, felags kt-support, felags kt-didaktiska førleikamenning og leiðslumenning. Nýggja kt-skipanin er týdningarmikil á tann hátt, at hon m.a. fer at gera tað møguligt:
1. at fylgja útbúgvingargongdini hjá øllum borgarum frá fólkaskúla til hægri lesnað
2. at talgilda og lyfta trygdina í allari umsitingini í undirvísingarverkinum
3. at veita dygdargóð hagtøl um útbúgvingarvirksemið í Føroyum
Samstarvið millum Undirvísingarstýrið og kt-vinnuna kemur at slóða fyri nýhugsan og menning av øllum undirvísingarverkinum.
Niðanfyri síggjast myndir av sáttmálaundirskrivingini.