Tíðindi
Nema vann útboðið
Gjaldstovan og Nema skrivaðu í gjár undir avtalu um útgerð og veitingar til Skúlanet.
Skúlanet er maki til Landsnet og partur av heildarætlanini fyri føroyskar undirvísingarstovnar. Skúlanet veitir net, KT skipanir, KT trygd, teldur og brúkarahjálp, sum undirvísarar, næmingar og fyrisiting hava tørv á. Við avtaluni við Nema kunnu vit bjóða føroyska undirvísingarverkinum fyrsta part av eini vælvirkandi og munadyggari KT Heildarloysn.
Fimm tilboð komu inn aftaná almenna útboðið á Keypsportalinum. Nema átti besta tilboðið, og vórðu tey boðin til samráðingar. Avtalan er góðar 12 mió. kr. yvir fimm ár.
Við avtaluni fer Nema undir at veita skúlum uppseting, rakstur og viðlíkahald av neti.
Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni, og Guðny Langgaard, stjóri í Nema, skrivaðu undir avtaluna.