Leiðsla og organisatión

Leiðsla og organisatión

Leiðsla og organisatión í kt-tilgongdini fer at raka nógv øki og fevnir um:

  • at menna eina felags umsitingarskipan fyri alt tað føroyska skúlaverkið
  • at gera eitt Skúlanet
  • at seta á stovn eina verkætlanareind í UVS
  • at menna kt-didaktiskar visjónir og førleikar
  • at gera tillagingar lættar
  • at menna leiðsluna á undirvísingarstovnunum
Allur arbeiðshátturin ávirkast

Íverksetanin av øllum hesum økjunum kemur at ávirka mátan, sum bæði skúlar, útbúgvingarstovnar og Undirvísingarstýrið koma at arbeiða uppá. Tað sama er galdandi fyri kt-veitingar, kt-størv, hvussu tænastueindirnar verða skipaðar, og hvussu samstarvað verður tvørtur um kommunumørk. Dygdargóð útbúgvingardata fara m.a. at hava við sær, at skúlar og útbúgvingarstovnar kunnu stýra virkseminum betri, og at betri grundarlag er hjá politikarum at taka avgerðir út frá.

Strategisk leiðsla og førleikamenning

Tilgongdin fer heilt at broyta, hvussu undirvísingargeirin nýtir kt. Hesar broytingar eru fjøltáttaðar og útreiðslutungar. Tær mugu í eitt langt tíðarskeið vera rótfestar á hægsta leiðslustigi og samskipast væl. Samstundis eigur eitt heilt netverk av luttakarum á staðnum arbeiða við síni egnu menning. Tilgongdin fer at eydnast uppaftur betur, um til ber at skapa eitt felags fakmál og eina felags fatan av avbjóðingunum. Hetta krevur, at leiðslan arbeiðir strategiskt, og at mentan og førleikar mennast.



Eftirútbúgving og nýggjar avbjóðingar

Eyðsýnt er, at skúlar og útbúgvingarstovnar hava ymsa fatan av, hvussu nýggja kt-landsslagið og nýggja umsitingin fara at ávirka dagliga raksturin. T.d. er tað ymiskt, hvørjar royndirnar eru við kt. Longu í dag verður stórur dentur lagdur á at geva starvsfólkum skúlum og útbúgvingarstovnum møguleika til eftirútbúgva seg innan fyri leiðslu, organisatión, strategi og fakliga menning. Tá ið tað snýr seg um eftirútbúgving, verður neyðugt at leggja størri dent á kt-leiðslu og aðrar viðkomandi greinar. Leiðarum, skúlastjórum og undirvísarum skal standa í boði at menna sínar førleikar, so øll betur kunnu møta teimum avbjóðingum, sum standast av at íverkseta og menna kt. Slík verkseting hevur nógvar avleiðingar við sær; nøkur eru krøv til nýggjar førleikar, eins og broytingar í fyriskipanarliga bygnaðinum, málbrúki og mannagongdum.

Gagnnýta allar kjarnuførleikar

Endamálið við mannagongdinini er at skapa eitt felags fakligt grundarlag undir undirvísingargeiranum. Øll verkætlanin skal vera grundfest í kt-menningarætlanini hjá UVS fyri allar Føroyar. Eisini skal mannagongdin kunna tillagast so hvørt. Eitt skilagott arbeiðsbýti millum UVS, Nám og undirvísingarstovnarnar skal tryggja, at kjarnuførleikarnir hjá øllum hesum stovnunum verða gagnnýttar best møguligt.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við KT-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við KT-heildarætlanina