Skúlanet

Skúlanet – Ein trygg og effektiv KT loysn


KT Landsins er veitari av Landsneti, sum hevur útivið 3.000 brúkarar á 50 almennum stovnum. Við nýggju Skúlanet tænastuni bjóðar KT Landsins nú eisini føroyska undirvísingarverkinum eina vælvirkandi og munadygga KT heildarloysn, sum skal lyfta KT stigið og standardisera tað meira í øllum skúlum og undirvísingarstovnum í landinum. Les meira um einstøku veitingarnar niðanfyri.

 

Teldur

At hava røttu telduna er avgerandi fyri at avrika væl og røkka góðum úrslitum. Teldan skal vera trygg og hava neyðugan kapasitet. Við felags innkeypi av dygdargóðum teldum fyri best møguligan prís syrgir Skúlanet fyri, at alt undirvísingarverkið fær atgongd til góðar, standardiseraðar teldur. Veitingin fevnir um:

- Felags innkeyp av teldum
- Trygga, bronglaða teldu
- Antivirus forrit
- Uppseting av telduútbúnaði í mun til stað og starv
- KT hjálp til ritbúnað og felags skipanir
- Dagføringar av ritbúnaði á telduni

 

Net

Við Skúlaneti fáa starvsfólk, næmingar, lesandi og gestir fast- og tráðleys net, sum eru skjót, trygg og støðug og vald eftir nýtslumynstrinum í skúlunum. Útgerðin hevur høga góðsku og virkar eisini væl saman, tí hon er standardiserað. Netveitingin fevnir um:

- Lokalt net, samansett av switchum, accesspointum og firewall
- Egið og fysiskt sjálvstøðugt net. Av trygdarávum fær hvør skúli sítt net og samstundis eisini atgongd til felags skipanir og dátur sum Teams, Skjalhald, Skúlaforskipanina og teldupost
- Uppseting, rakstur og viðlíkahald av netinum
- Sentralan útbúnað, ið hevur eftirlit við og kann stýra lokalu netunum
- Eftirlit við at netið lýkur galdandi trygdarkrøv og er tryggjað móti netálopi uttanífrá
- Trygdardagføring og dagføringar annars

KT trygdarpakki

Skúlanet miðar eftir at veita allar tøkniligar og fyrisitingarligar veitingar í samsvari við Dátuverndarlógina og ISO/IEC 27001/27002. Við KT trygdarpakkanum frá Skúlaneti fáa skúlar og stovnar eina árliga trygdarfrásøgn, ið byggir á KT grannskoðanarváttanir og innanhýsis skoðan hjá KT trygd av virkseminum, sum liggur eftir á skúlunum. Afturat hesum inniheldur KT trygdarpakkin fylgjandi veitingar

 - Váðametingar
- Trygdarpolitikk
- Trygdarleiðreglur
- Eftirlitsmál
- Tilvitskuátøk
- Undirvísing

- Innanhýsis skoðan annað hvørt ár av KT trygdini í skúlum og undirvísingarstovnum 

Trygg hýsing

Allar dátur og skipanir hjá limum í Skúlaneti verða goymdar í hýsingarumhvørvum hjá góðkendum veitarum, sum lúka krøvini til bæði fysiska og logiska trygd.

 

Office 365

Forritini Word, Excel, PowerPoint, Outlook, OneNote, OneDrive og Teams eru øll partur av Office 365. Við eins forritum og útgávum og atgongd til dátur, teldupost og kalendara hjá hvørjum øðrum verður lættari og smidligari at samstarva. Samlaða veitingin fevnir um:

- Office 365 við loysvisavtalum
- Uppseting og KT hjálp til 365 pallin
- Dagføringar
- Brúkarastýring til allar Office 365 skipanir

Felags brúkaraskrá

Við Skúlaneti fáa stovnar og skúlar eina felags brúkaraskrá (Active Directory), sum verður knýtt saman við brúkaraskránni hjá Landsneti. Tá ber til at samskifta tvørtur um hesar pallar. At hava felags brúkaraskrá merkir, at:

- Brúkarar verða stovnaðir eitt stað
- Brúkarar varðveita sama “brúkara” alla skúlagongdina
- Tað er einfaldari at knýta brúkarar í aðrar skipanir 
- Tað er lættari at samstarva
- Tað er ein innritan til allar skipanir – single sign-on
- Skúlar og undirvísingarstovnar fáa atgongd til kalendarar og adressulistar hjá hvørjum øðrum 

Felags journalskipan

Skúlanet bjóðar eisini undirvísingarverkinum Skjalhald, sum er ein felags journalskipan fyri tað almenna. Skipanin verður veitt sum ein journaltænasta, sum merkir, at skúlin sleppur undan at hugsa um rættindi, servarar, goymslu, dagføringar og trygdaruppsetingar. Veitingin fevnir millum annað um:

- 360 journalskipanina saman við journalætlan
- Undirvísing í skipanini, og hvussu hon verður brúkt
- Journalgoymsluna eArchive til mál og skjøl úr Doculive og 360
- Trygt KT umhvørvi og skipan, sum lýkur galdandi dáturverndarkrøv
- Brúkaraumsiting og -hjálp
- KT grannskoðaraváttan
- Atgongd til Landsfólkayvirlitið
- Atgongd til Vinnuskránna 
- Vegleiðingar til skipanina
- Viðlíkahald, dagføringar og menning
- Bíligari og effektivari avhendan til Tjóðskjalasavnið

Felags innkeyp

Skúlanet tekur sær av samráðingum og ger felags sáttmálar um KT vegna alt undirvísingarverkið. Endamálið er at fáa standardiseraða útgerð fyri best møguligan prís. Sáttmálarnir skulu nýtast av landsstovnum, t.e. av miðnámi og hægri lesnaði, og fólkaskúlarnir kunnu nýta somu sáttmálar. Talan er um felags innkeyp av:

- Forritum
- Útbúnaði
- Tænastum
- Samneti

 

Daglig brúkaraumsiting og KT hjálp

Tað eru verri enn so allir skúlar í landinum, sum hava KT fólk í starvi ella atgongd til KT hjálp, tá brúk er fyri tí. Limir í Skúlaneti fáa bæði hjálp til dagligu brúkaraumsitingina og atgongd til felags KT hjálp. Dagliga brúkaraumsitingin fevnir millum annað um at:

- Skráseta, rætta og strika brúkarar
- Umsita loyniorð
- Tilluta og dagføra verandi brúkararættindi
- Undirvísa

Úrvalsbrúkarar og KT starvsfólk á stovnunum fáa skipaða undirvísing í at handfara dagligu brúkaraumsitingina og vegleiðingina.

Kunnu KT spurningar og trupulleikar ikki loysast á staðnum, ber til at fáa hjálp frá KT Skivuni, sum svarar allar gerandisdagar millum klokkan 07.30 - 16.00. Skúlaleiðslur og úrvalsbrúkarar kunnu ringja, senda teldupost ella skráseta umbønir í eini KT skipan til endamálið.

Er talan um átrokandi KT trupulleikar uttan fyri vanliga arbeiðstíð, ber til at venda sær til vakthavandi hjá Skúlaneti, sum svarar alt samdøgrið.

Íverksetan

Áðrenn Skúlanet verður sett í verk á skúlanum ella undirvísingarstovninum, verður ein ástaðarkanning gjørd, sum lýsir tørvin, netið skal nøkta. Við støði í hesum verður ein ætlan gjørd fyri, hvussu íverksetanin av Skúlaneti skal fara fram. Tá netið er sett upp, verður øll útgerð og uppseting skjalfest.

 

Gjaldskrá

Limir í Skúlaneti rinda eitt mánaðarligt gjald fyri:

- Hvønn næming
- Hvørt starvsfólk, sum hevur teldu í Skúlaneti
- Hvørt accesspoint
- Hvørja switch
- Firewall
- Skjalhald.

Gjaldið fyri Skjalhald er treytað av stødd á undirvísingarstovni. Mánaðarliga gjaldið hjá undirvísingarstovnum undir landinum verður tikið sjálvvirkandi av rakstrarkontuni hjá stovninum. Fyri fólkaskúlar er galdandi, at gjaldið verður tikið av mánaðarligu kommunuavrokningini.

Undan hvørjari avrokning verður ein uppgerð gjørd, sum stovnurin kann gera viðmerkingar til.

Undirvísingarstovnarnir rinda sjálvir fyri teldur, samnet, viðlíkahald, kaðalbroytingar og líknandi í sjálvum bygningunum. 

 

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við KT-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við KT-heildarætlanina