KT-didaktikkur

KT-didaktikkur

Við  Skúlanet kemur eisini fokus á kt-didaktikk: hvussu kann kunningartøkni – kt– nýtast best møguligt. Skúlanet gevur undirvísarum og leiðarum góðar karmar at kanna, royna og deila teir didaktisku møguleikarnar, sum læritøknin gevur.

Síðstu árini hevur talgildingin fingið alt meira fótafesti í okkara samfelagi – á nærum øllum økjum, eisini innan skúlaverkið. Tí mugu undirvísarar í dagsins samfelagi í størri og størri mun duga at velja, hvussu teir vilja undirvísa, og hvørji amboð rigga best til tann undirvísingarháttin, sum tey ynskja at nýta. Hetta er ein fjøltáttað og krevjandi uppgáva, ið krevur meira enn tøkniliga vitan og tøkniligan førleika.

Faklig, didaktisk og tøknilig vitan

Skal kt nýtast á skilagóðan máta í undirvísingini, hevur undirvísarin brúk fyri trimum sløgum av vitan: fakligari, didaktiskari og tøkniligari.

Sum sæst omanfyri, eru tøknin og kt partur av eini størri heild. Mangan hoyrist, at tøknin er stýrandi, og at námsfrøðin og fakligheitin noyðast at laga seg eftir tøknini. Myndilin omanfyri byggir á eina sannføring um, at øll trý vitanarøkini  – faklig, didaktisk og tøknilig vitan - eiga at samspæla. Við hesum í huga er endamálið at geva undirvísaranum betri førleikar at avgera, um, nær og hví tøkni skal brúkast í undirvísingini.

 

At læra best møguligt

Kt-didaktikkur snýr seg sostatt um, at tøknin verður nýtt út frá fakligum innihaldi og didaktiskum meginreglum. Soleiðis kann tøknin stimbra til, at undirvísarin fer at bróta upp úr nýggjum og uppdaga nýggjar møguleikar. Tað ræður um, at næmingurin lærir best møguligt, og kt kann gera sítt til, at næmingurin fær góð úrslit, sum kanska ikki høvdu borið til uttan tøknina.

Fakliga og didaktiska grundarlagið í skúlaverkinum má mennast støðugt. Einans soleiðis kann arbeiðið við kt-didaktikki gagna bæði undirvísara og næmingi. Kt-didaktikkur kann ikki standa einsamallur, men er partur av eini størri heild.

Øllum skúlaverkinum til gagns og frama

Skúlanetið og skipanin til Lestrarfyrisiting knýta alt skúlaverkið saman í eina stóra eind. Kt-didaktikkurin fær ágóða av hesum, tí hetta kann skapa betri møguleikar fyri vitanardeiling og førleikamenning. Alt hetta eru  týðandi partar av kt-didaktisku menningini. Skúlarnir fara eftir øllum at døma at skula lyfta nógv færri av teimum størru tøkniligu uppgávunum. Á hesum grundvølli ber til at seta kt-didaktisk menningarátøk í verk, sum kunnu vera øllum skúlaverkinum til gagns og frama.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við KT-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við KT-heildarætlanina