Um Skúlanet

Skúlanet

Skúlanet er ein felagskapur um tænastur, rakstur og support fyri alt tað føroyska skúlaverkið – næmingar, lærarar og leiðslu. Skúlanet er eitt vælvirkandi og trygt kt-kervi, sum ger tað lættari at samstarva. Lyklaorð eru trygd, synergi, standardisering og fyrimunir við stórrakstur.

Skúlanet loysir tær truplu kt-uppgávurnar fyri undirvísingarstovnarnar. Skúlarnir, kommunurnar, Undirvísingarstýrið, Nám og KT Landsins samstarva um at menna og halda Skúlanet viðlíka.

Hvør kemur at brúka Skúlanet?

Í dag veitir KT Landsins 2.500 kt-brúkarum tænastu á 50 almennum stovnum. UVS hevur myndugleika av strategisku avgerðunum viðv. Skúlanetinum. Avgerðirnar verða tiknar í samráð við eitt brúkararáð, sum er mannað við umboðum fyri UVS/Nám, KT Landsins, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám, maritimu útbúgvingarnar og Setrið.  

Skúlanet tryggjar, keypir og rekur tænastur og veitir kt-support til allar stovnar í undirvísingarverkinum. Kt-support fæst alt samdøgrið. Soleiðis fær brúkarin altíð loyst sínar átrokandi trupulleikar, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Hvussu ger Skúlanet arbeiðið lættari?

Skúlanet tekur sær av teim teknisku uppgávunum. Tí kunnu kt-starvsfólkini á stovninum fokusera á at ráðgeva lærarum í, hvussu kt best møguligt kann nýtast í undirvísingini, og skúlarnir kunnu fokusera á skúlaskap. Vitanardeiling og førleikamenning verða lættari við Skúlanet.

Skúlanet hevur ábyrgd av kt-trygdini og heldur strangt eftirlit við møguligum kt-hóttanum. Um neyðugt, tekur Skúlanet alt fyri eitt neyðug stig at basa slíkum hóttanum.

Betri, tryggari og á hægri støði

Skúlanet merkir, at kt-tænastan er tann sama um alt landið, uttan mun til, hvørjum skúla ella hvørja kommunu næmingurin ella starvsfólkið hoyrir til. Innkeypsavtalur og tøknilig support eru felags fyri alt tað føroyska skúlaverkið.

Skúlanet savnar uppgávur innan rakstur og tænastu og lagar tær eftir somu fyrimynd. Lyklaorð eru trygd, synergi, stórrakstur og standardisering. Skúlanet ger, at kt-tænastan innan skúlaverkið verður betri, tryggari og á munandi hægri støði.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við KT-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við KT-heildarætlanina