Um LFS

Lestrarfyrisitingarskipan (LFS)

LFS er stytting fyri lestrarfyrisitingarskipan. Tættirnir í LFS eru tríggir: lærupallar, samskifti og fyrisiting. LFS er ein kt-skipan, ið skal hjálpa skúlum og stovnum at stýra virksemi og tilfeingi. Tað snýr seg m.a. um upptøku, ráðlegging og skráseting av undirvísingarvirksemi, eftirmetingar, próvtøkur, leiðslukunning o.a. Skipanin kemur at fevna um fólkaskúlan, miðnám, heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgving, maritimar útbúgvingar og hægri útbúgvingar.

Saman um eina trygga kt-skipan

Undirvísingarstýrið, UVS, sær fyri sær eina livandi skipan, sum støðugt kann byggjast út og dagførast. Tað setur krøv um, at hon skal verða einføld at menna og reka. Allir áhugapartar skulu samstarva um skipanina og skapa hana saman. Veitarin mennir sostatt ikki eina skipan til brúkaran, men saman við brúkaranum. Á hendan hátt fær brúkarin eina skynsamari loysn.

LFS skal vera ein skipan, sum hongur væl saman og er einsháttað. Tað merkir millum annað, at øll skipanin verður ment við somu tøkni og eftir sama menningarleisti. Harumframt skal skipanin hava eitt snið og ein samleika, ið ger tað lætt og ómakaleyst at brúka hana uttan mun til, hvør uppgávan er. LFS skipanin skal vera trygg at brúka. Tað ber millum annað í sær, at persónsupplýsingar eru væl vardir og kunnu ikki koma í óviðkomandi hendur. Síðst men ikki minst vil UVS virka fyri, at brúkarin tøkniliga og í aðrar mátar fær eina haldgóða og burðardygga loysn.

Menningarleistur

Skipanin verður ment eftir einum leisti, har atlit verður tikið at teimum økjum, sum brúkarin virkar í.  Brúkarar og mennarar koma at arbeiða tætt saman um at kravseta, menna og íverkseta í smærri stigum, so tað verður skjótari at síggja ítøkilig avrik. Hesin menningarhátturin er vælegnaður til torgreiddar uppgávur, har tað ikki ber til at kravseta allar smálutir beinanvegin. Brúkararnir er við í allari tilgongdini, og tað ger tað bæði lættari og bíligari at laga skipanina til teirra tørv.

Tilgongdin

Fyrsta stigið er at gera fyrireikingararbeiðið so væl sum til ber fyri at tryggja, at UVS kemur væl frá byrjan. Nógv viðurskifti eru kannað og greinað við serfrøðiligari ráðgeving frá veitarum í Føroyum og uttanlands.

Næstu stigini eru at lýsa yvirkskipaða arkitekturin, at velja tøkni og amboð, og síðan at byggja menningarpallin, sum mennararnir skulu forrita á. Samstundis skulu menningarleistur og arbeiðsgongdir lýsast, bæði tá tað snýr seg um, hvussu kravsetingin fer fram í verkstovunum, hvørji amboð verða nýtt, og hvussu mennarar og brúkarar skulu samstarva um at byggja skipanina.

Grunddáta skulu mennast á heysti 2021. Hesi grunddáta verða grundarlagið undir víðari menningini av LFS.

Leys størv
Her lýsa vit leys størv í samband við KT-heildarætlanina
Útboðsyvirlit
Her lýsa vit viðkomandi útboð í samband við KT-heildarætlanina